Hanna Jensen, landsstýriskvinna í undirvísingarmálum, hevur sett Alis Jónu Højsted í starvið sum einalærara í Oyndarfjarðar skúla, og hon tekur við starvinum 12. juni.
Alis er 54 ára gomul og tók læraraprógv í 2005, og harumframt tók hon útbúgving sum orðblindalærari í 2009 og sum serlærari í 2012.
Alis hevur drúgvar undirvísingarligar royndir sum lærari í Felagsskúlanum á Oyrarbakka, sum nú er Skúlin við Streymin. Harumframt hevur hon ávísar leiðsluroyndir sum leiðari á førleikastovuni. Eisini er hon AKT- lærari, sigur Mentamálaráðið í kvøld.