So er tørnið komið til Eydnuna á Oyrarbakka, har politiskur pallborðsfundur verður klokkan 19.30 í kvøld.
- Bárður Nielsen, Pauli T. Petersen, Ingi Olsen, Hilbert Elison og Karl A. Olsen hava verið við allan vegin og verða eisini við á Oyrarbakka í kvøld.
Fyrireikararnir til politiska pallborðsfundin siga, at fleiri valevni fyri ymisku politisku flokkarnar eisini verða við í kvøld.
- Vit vóna og vænta ein vælmøttan og livandi valfund - av tí góða gamla slagnum.
Fyrireikararnir, sum eru valfeløgini í Norðurstreymoy, siga, at fundirnir, sum vóru í Vestamanna og Kollafirði, høvdu stóran áhuga millum veljarar.
- Áhoyrararnir kunnu seta spurningar, og soleiðis var eisini á undanfarnu fundum, har nógvir spurningar vórður settir, siga fyrireikararnir.