P/F 14 hjá Poul Mohr

Kjartan Mohr er nýggjur nevndarlimur í P/F Sandoy Seafood eftir endurreisingina av felagnum

P/F 14

Í samband við, at P/F 14, sum er eitt partafelag hjá Poul Mohr, hevur sett pening í P/F Sandoy Seafood, er sonur Poul, Kjartan Mohr, komin í nevnd felagsins.
P/F Sandoy Seafood er felagið, sum eigur og rekur fiskavirkini á Sandi og í Skopun.

Gamalt felag

Poul Mohr sigur, at P/F 14 hevur sett nakað av peningi í P/F Sandoy Seafood fyri at hjálpa virkjunum í Sandoynni í gongd aftur, sum hann tekur til.
Spurdur, hvaðani navnið á partafelagnum, P/F 14, stavar, sigur hann, at hetta er eitt rættiliga gamalt felag.
- Hetta er eitt felag, sum er stovnað í 1936 ? og navnið P/F 14 stavar frá, at hetta felag var nummar 14 í partafelagsskrásetingini í sínari tíð, sigur Poul Mohr.