Saman við Tjaldur hevur Olaf Olsen, fyrrverandi reiðari, stovnað ein sjálvsognargrunn, ið nú eigur øll arkivini, sum lýsa alla søguna hjá gomlu Kubatrolarunum Hósdagin klokkan 15 verður áhugaverd samkoma í hølunum hjá P/F Beta í Saltangará. Samkoman, sum er almenn, verður skipað sum framløga av øllum skjølum hjá P/F Beta ? heilt síðan felagið varð stovnað í 1977.
Olaf Olsen, sum flestu árini var reiðari í felagnum, hevur saman við Tjaldur, ið er gamla Skipafelag Føroya, stovnað ein sjálvsognargrunn við navninum, Beta Files. Hesin grunnur eigur nú øll arkivini og soleiðis eisini øll skjølini hjá reiðaravirkinum gjøgnum øll hesi mongu ár.
Olaf Olsen sigur, at øll skjølini eru til skjals, og talan er um meira enn eina miljón skjøl tilsamans.
- Vit hava gjørt ein bókling yvir alt tilfarið - bæði á føroyskum og enskum, og hetta yvirlit, ið telir sjeyti síður, verður eisini lagt fram á samkomuni hósdagin.
Fyrrverandi reiðarin sigur, at øll áhugaði eru sera væl komin, og borðreitt verður eisini við onkrum til matna.