Handilsfyritøkan P/F Jógvan Weihe í Havn bleiv stovnað í 1991. Hetta var í ringastu tíð, meðan samfelagskreppan herjaði. Tað vóru tey bæði Hildubjørg og Jógvan Weihe sum stovnaðu fyritøkuna.
Jógvan, ið er útbúgvin skrivstovumaður, byrjaði sum sølumaður hjá Landshandlinum í Havn í 1963, har hann arbeiddi sum ferðandi sølumaður. Seinni arbeiddi hann sum sølumaður á heilsøluni hjá Kartni Winther.
Í 1991 byrjaði Jógvan saman við konuni, Hildubjørg, við eini heilsølu heima hjá teimum sjálvum, Undir Heygnum 39 í Havn. Í 1994 flutti fyritøkan í leigaði hølir við Staravegin. Tey útvega so gott sum allar vørur, men tað er í høvuðsheitum fóður og fiskireiðskapur tey selja.
Um árskiftið flytur fyritøkan inn í nýggjan bygning á Stiðjagøtu. Nýggi bygningurin verður 900 fermetrar, har ein partur er í tveimum hæddum, har verður bæði heil- og smásøla.