P/F Sammut, Klaksvík: 12 fólk flaktu, saltaðu og pakkaðu 2100 tons í fjør

? Torført er at siga, hvussu árið í ár verður, men líkt er til, at saltfiskaprísirnir eru á veg niðureftir, sigur Dávur Joensen, sum er ein av trimum, ið eiga virkið Sammut á Skarðhamri í Klaksvík

Tað eru nógv smá fiskavirkir kring landið, sum vit hoyra lítið um og tískil ikki geva okkum stórvegis far um. Eitt av hesum er P/F Sammut í Klaksvík, sum Jóhan Páll, Jóhan David og Ólavur Joensen eiga. Virksemið fer fram í einum bygningi, sum seymavirkið, Rógv, læt byggja. Tað var Tummas Tómasson og familja hansara, sum í 1996 byrjaðu at virka saltfisk í hesum bygningi. Seinni yvirtóku teir tríggir, Jóhan Páll, Jóhan David og Ólavur, hetta virksemið, og í mai í fjør fóru teir undir at virka saltfisk í hølunum.
10-12 fólk í arbeiði
10-12 fólk arbeiða í dag hjá P/F Sammut ? alt eftir, um flakt og pakkað verður samstundis. Høvuðsdenturin verður lagdur á at virka tosk. Bara ein lítil partur av framleiðsluni í fjør var upsi.
Ólavur sigur, at tey høvdu eitt gott ár í fjør. - Vit virkaðu 2.000 tons av toski og eini 100 tons av upsa, og tað er eitt gott ár hjá 10-12 fólkum, sigur hann.
Spurdur, hví ein so lítil partur av framleiðsluni er upsi, tá ið nøkur saltfiskavirki virka hampiliga stórar nøgdir av upsa, sigur hann, at teir serliga hava lagt seg eftir marknaðinum, sum keypir saltaðan tosk.
Lækkandi saltfiskaprísir
Tá ið vit tosaðu við Ólav mikumorgunin, høvdu tey 22.000 pund av toski at flekja, og samstundis vóru tey í holt við at pakka fisk, tey saltaðu í desember.
? Vit keypa ráfiskin á uppboðssølu, bæði í Klaksvík, Toftum og aðrastaðni og bæði á gólvinum og um telefonina.
Hvussu útlitini eru fyri ár 2002, sigur Ólavur Joensen seg duga illa at meta um, men líkt er til, at saltfiskaprísirnir eru lækkandi.
Upp og niður
Í fiskivinnuni gongur jú altíð upp og niður, og soleiðis fer tað altíð at verða. Enn er vit bara í fyrsta mánaði av árinum, so eingin orsøk er at stúra, men taka við teimum avbjóðingum, ið eru fyri framman.