P/F Tjaldur stovnar íløgufelag við 79 milliónum

Sp/F North Nest Capital kallast nýtt felag, sum P/F Tjaldur hevur stovnað.

 

Endamál felagsins er at reka íløguvirksemi, eiga partabrøv í øðrum feløgum og annað starv í hesum sambandi. Partapeningurin er 79 milliónir krónur, sum ger felagið til eitt sera sterkt felag. Tí spyrja vit nevndarformannin, hvørjar ætlanir eru við felagum:

 

– Vit hava ætlanir við felagnum, men tað er ov tíðliga at siga nakað um tað enn, sigur Rúni M. Hansen, sum er nevndarformaður í felagnum.

 

Saman við Rúna M. Hansen eru eisini Helge Lund úr Noreg og Líggjas í Bø í Klaksvík í nevnidni. Helge Lund er ikki hvør sum helst, tí hann hevur verið ovasti stjóri í risastóra norska oljufelagnum Statoil í 10 ár. Eisini hevur hann verið stjóri í British Gas. Hann er nevndarlimur í stóra veitingarfelagnum til oljuvinnuna, Slumberger.

 

Stjóri í nýggja felagnum Árni Rasmussen, sum eisini er stjóri í móðurfelagnum, P/F Tjaldur.

 

P/F Tjaldur, sum er felagið, sum átti Skipafelagið Føroyar, er eitt av teimum heilst sterku føroysku íløgufeløgunum. Felagið hevði í 2015 eitt yvirskot upp á góðar 16 milliónir krónur, og eginpeningurin hjá flagnum er slakar 129 milliónir krónur.

 

Endamál felagsins er at reka íløguvirksemi, eiga partabrøv í øðrum feløgum og annað starv í hesum sambandi.