P/F Vinnan í Gøtu skal hava nýtt skip

- Sáttmálin nærkast undirskriving, men enn er endaliga støða ikki tikin til, hvar nýggja skipið skal byggjast. Tað verður antin í Noregi ella Danmark, sigur Jákup Jacobsen, reiðari í Gøtu

Nýbygging

 

Í eitt hálvt ella so hevur P/F Vinnan í Gøtu arbeitt við at fáa í lag ein sáttmála um nýbygging av einum kombineraðum trol-og nótaskipi.

Jákup Jacobsen, reiðari, sigur, at nú er næstan komið undir land við samráðingum um ein sáttmála.

Hann heldur, at sum útlitini eru í løtuni nærkast ein sáttmáli undirskriving, men kortini hevur felagið í Gøtu ikki endaliga tikið støðu til, hvar skipið skal byggjast.

- Tað verður antin í Noregi ella Danmark, sigur hann.

Spurdur, um hugsandi er, at skrokkurin verður bygdur aðrastaðni, sigur reiðarin, at tað er nakað, sum skipasmiðjan, ið fer at byggja skipið, tekur støðu til, men tað er ikki óhugsandi.

Felagið í Gøtu hevur heldur ikki gjørt av, hvussu flotin, sum felagið eigur, verður skipaður, tá nýggja skipið kemur í flotan.

 

Møgulig umbygging

- Samstundis, sum vit arbeiða við at fáa byggisáttmálan undir land, umhugsa vit eisini onkra umbygging.

Jákup vil tó ikki neyvari siga, hvør umbygging talan kann vera um, men vísir á, at Tróndur í Gøtu er vorðin stívliga 20 ára gamal og krevur meira viðlíkahald nú enn áður.

- Finnur Fríði, sum er nýggjasta skipið hjá okkum, verður sum hann er. Hann hevur riggað og roynst sera væl, og man teljast millum bestu skip í hesum skipabólki.

Finnur Fríði hevur tvey veiðiloyvir.

Aftrat Tróndi í Gøtu og Finni Fríða, eigur felagið í Gøtu Jupiter og Saksaberg, sum eisini hevur síni veiðirættindi til svartkjaft umframt 40% av sild og nakað av makreli.

P/F Vinna eigur eisini veiðirættindini hjá Krúnuni, sum felagið keypti.

- Vit skuldu tískil havt pláss fyri einum skipi aftrat í okkara flota, sigur Jákup Jacobsen.

 

Skjótt á sild

Kombineraðu nóta-og trolskipini eru í løtuni á svartkjafti, men væntandi er, at tey fara á sild nakað skjótt.

- Saksaberg hevur higartil gjørt tríggjar sildatúrar, og í dag landar skipið umleið 220 tons í Kollafirði.

Reiðarin í Gøtu sigur, at sildin enn er soltin eftir gýting, men sum tíðin gongur, kemur meira upp á hana, samstundis sum hon fær størri virði.

- Vit fara helst at bíða nakað enn við at fara á sild við hinum skipunum, soleiðis at meira fæst burtur úr henni.

Í fjør samstarvaðu skipini, Tróndur í Gøtu, Finnur Fríði og Jupiter, á sildini, soleiðis at tvey skip partrolaðu, meðan tað triðja sigldi inn við veiðini – og soleiðis skiftust tey um at tóga og sigla til lands.

- Hetta riggaði óføra væl, og soleiðis fara vit at gera aftur í ár.

Jákup Jacobsen sigur, at meginparturin av sildini, sum felagið veiddi í fjør, fór til matna – í Føroyum, Hetlandi og Danmark.