Pál Joensen svam fyri løtu síðani finalu á 800 metra teininum í HM í Shanghei ,og endaði á 5. plássi við tíðini 7, 46,51. Yang Sun úr Kina gjørdist nummar eitt við tíðini 7,38, 57.
Pál er kendur fyri at klára seg best á 1500 metra teininum, og er 800 metra teinurin sostatt ikki teinurin, har Pál trívist best. Pál hevði annars næstbestu kvalifikatiónstíðina innan kappingina á 800 metra teininum, men í finaluni fyri løtu síðani svam Pál ikki líka skjótt, sum kvalifikatiónstíðin bar boð um, men eitt lítið sekund seinni.
Tróndur Arge hjá Rás 2 segði frá kappingini í morgin, og hann hevði viðmerkjaran Dánjal Hestoy við sær, og viðmerkjarin metti ikki, at Pál er nøgdur við úrslitið, men hann helt hinvegin, at hetta kann eggja til, at Pál leggur nógv fyri, og fer at klára seg væl, tá 1500 metra teinurin skal svimjast um vikuskiftið.
1. Yang Sun 7:38.57
2. Ryan Cochrane 7:41.86
3. George Kis 7:44.94
4. Oussama Melloili 7:45.99
5. Pál Joensen 7:46.51
6. Chad La Tourette 7:46.52
7. Peter Vanderkaay 7:46.64
8. Sebastian Rouault 7:55.91