Ein hugtungan mánadag í januar leitaði Hanus G. Johansen sær inn á gólvið hjá Jónas Bloch Danielsen, sum fæst við at taka tónleik upp og ljóðblanda live-framførslur.
- Eg gramdi meg um, at eg hevði so nógv tilfar, sum eg ikki fekk brúkt til nakað, sigur Hanus.
Teir báðir drukku ein góðan kaffimunn, og Jónas helt, at tað kundi ikki bera til, at Hanus ikki slapp út við sínum tónleiki.
- Dagin eftir ringdi hann til mín og segði, at hann hevði skipað fyri konsertum fyri meg. Hann hevði funnið spælistað og tónleikarar, og tvær vikur seinni høvdu vit tríggjar útseldar konsertir í Havn, sigur Hanus.
Hetta gjørdist startskotið til nýggju fløguna, sum kom út í gjár. Yrkingarnar eru eftir Pól F. Joensen, og Hanus hevur sett løg til. Hetta er onnur útgávan hjá Hanusi, har hann syngur orð hjá Pól F.
Hugsa eins
Hanus G. Johansen hevur skrivað løg til eini 70 yrkingar hjá Pól F. Joensen, og nú eru væl yvir 20 yrkingar komnar út á fløgu.
- Mær dámar sera væl yrkingarnar hjá Pól F. Tær passa væl til mítt temprament, og vit eru líkir í hugsanarhátti, so tað kennist ofta lætt at gera løg til hansara yrkingar, sigur Hanus.
Hetta er onnur útgavan hjá Hanusi í hesum ári. Fyrra útgávan kom, tá ið hann fylti 60.
- Eg havi ikki gjørt so nógvan tónleik í ár, sum eg havi gjørt onkur onnur ár, men tað hevur verið nógvur aktivitetur rundan um meg. Tað hava verið tvey stór hátíðarhald í sambandi við føðingardagin hjá mær, eg havi givið tvær fløgur út, og eg havi havt nógvar framførslur, sigur Hanus.
Stóra útgávukonsertin hjá Hanus verður í Norðurlandahúsinum tann 9. desember.