Pál fer til Danmarkar at kappast um vikuskiftið

Pál fer at luttaka við Aalborg Svømmeklub, kappingin um viðkuskiftið er (DMH.) Danmarks Meistaraskapi fyri lið.

 

Pál skal taka lut í 200, 400, og 1500m frí, 200m firvald, og 4x100, 4x200m frí liðkappingunum.

 

Suðuroyar Svimjifelag samstarvar við Aalborg Svømmeklub. Fyrr í ár vóru Danjal Martin Hofgaard og Pál Joensen við felagnum á venjingarlegu á Tenerife.

 

Kappingin er samstundis fyrireiking hjá Pál uppundir HM ið verður í apríl mánaði.

 

Tað verða sterkir svimjarar við í hesi kappingini, nevnast kann, at ein partur av svimjarunum eru júst komnir heim frá EM í Eindhoven.