Pál Joensen fingið prógv sum olympiskur íðkari

Heitið OLY sambindur íðkarar, ið hava verið við til Olympisku Leikirnar

Pál Vitalis Joensen hevur nú fingið altjóða viðurkent prógv sum olympiskur íðkari. 

 

Einans íðkarar, ið hava luttikið til Olympisku Leikirnar, kunnu fáa hesa viðurkenning. Prógvið verður latið av felagsskapinum World Olympians Association, sum umboðar fyrrverandi olympiskar íðkarar kring allan heimin.

 

Pál Vitalis Joensen hevur við hesum fingið rættin til heitið OLY, sum gevur olympiskum íðkarum viðurkenning fyri harða arbeiðið, og samstundis er heitið við til at virka fyri olympisku virðinum.

 

Pál Vitalis Joensen hevur verið við til Olympisku Leikirnar sum svimjari tvær ferðir. Fyrstu ferð var í 2012 í London, og aðru ferð var í Rio í 2016. Báðar ferðir svam hann fyri Danmark.