Pál Joensen OL-klárur á 400 metrum

Í 400 metra frísvimjing hjá monnum staðfesti Pál Joensen í kvøld í svimjihøllini í Bellahøj, har Danish Open-kapping er júst nú, at hann er klárur til olympisku leikirnar í London í summar. Longu áðrenn hevur hann vunnið sær pláss í 1500 metra finaluni í frísvimjing.

 

Pál bleiv nummar eitt við tíðini 3:46.84 minuttir, sum ikki bara rakk til OL, men eisini er nýtt føroyskt met. Gamla metið, sum var 1.73 sekund verri, setti Pál í DM-kappingini í 2009. Tíðin hjá Pál rakk væl og virðiliga til olympisku kravtíðina, sum var 3:48,92.

 

– Hetta var sjeyndabesta tíð á 400 metrum í heiminum í ár. Vit gleða okkum til 1500 metra kappingina, sum er høvuðskappingin hjá Páli, sigur venjari hansara, Jón Bjarnason, úr Keypmannahavn í kvøld.

 

Svumu hvønnannan upp

Eisini úrslitið hjá Mads Glæsner, sum gjørdist nummar tvey við tíðini 3:46.93, rakk til eitt OL-pláss. Á triðja plássi kom Frans Johannesen, sum býr í Esbjerg, men hevur føroysk foreldur, við tíðini 3:56.76, ið tó ikki rakk til OL.

 

– 400 metra kappingin í frísvimjing hjá monnum var ein fantastisk kapping, har Pál og Mads svumu genialt og hjálptu hvørjum øðrum til góðar tíðir, staðfesti danski ítróttarleiðarin, Lars Sørensen, eftir kappingina í dag.

 

Eisini Magnus Jákupsson stóð seg væl, tí eftir at hava verið næstskjótastur bæði innleiðandi og í hálvfinaluni í 50 metra ryggsvimjing, megnaði hann at halda annaðplássið í finaluni við tíðini 26.64 sekund, sum bæði er føroyskt met og juniormet.

 

Í morgin heldur kappingin fram, og tá fara Pál og teir at gera eina roynd at kvalifisera seg til OL í 200 metra frísvimjing fyri lið. Sunnudagin verður kappingin í 1500 metra frí, sum Pál longu hevur tryggjað sær rættin at luttaka í OL.