Pál og Kári í hylin í morgun

Pál Joensen og Kári á Høvdanum svimja fyrrapartin sínar fyrstu kappingar í evropeisku meistarakappingini fyri juniorar. Báðir eru væl fyri. Pál Joensen og Kári á Høvdanum brúktu mánadagin og týsdagin til at venja seg við hitan og umstøðurnar annars í Ta?majdan svimjistadion í Beograd, sum komandi dagarnar verður karmur um størstu avbjóðing hjá 650 av fremstu, ungu svimjarum úr 40 londum í Evropa.

- Eg havi roynt at slappa av og trappa niður frá hørðu venjingini, og annars roynt at venja meg við sólina, sigur Pál Joensen, sum síðani Danish Open fyrst í juli hevur verið á venjingarlegu í Ålborg saman við venjaranum, Jón Bjarnason.

Eisini Kári á Høvdanum, ið er ryggsvimjari, er til reiðar:

- Eg havi brúkt dagarnar her niðri til at venja meg við hylin og at svimja undir opnum himli, umframt venja meg við sterku sólina og nógva hitan. Eg var eitt sindur tungur mánadagin, men tað er komið uppá pláss nú, sigur Kári á Høvdanum.

Fyrstu, innleiðandi kappingarnar byrjaðu klokkan átta í morgun. Pál Joensen svimur innleiðandi í 400 metur frí, Kári á Høvdanum innleiðandi í 100 metur rygg. Finaluumførini byrja klokkan 1600 seinnapartin.

Portalurin fylgir við føroysku luttøkuni í Beograd, og í tíðindunum á Rás2 klokkan 11 frætta vit tað feskasta frá kappingini. Eftir tíðindini, tvs. klokkan 1105, sendir Rás2 samrøður við føroysku svimjararnar og venjarar teirra.