Pál sett tvey føroysk met

Pál Joensen hevur í dag sett tvey nýggj føroysk met, á SMS-stevnuni í Gundadali sum Havnar Svimjifelag skipar fyri, skrivar svimjing.com í dag.

 

Fyrst setti hann føroyskt met í 200 metra firvald við tíðini 2:03.96, har hansara gamla frá HS-stevnu í september var 2:04.45.

 

Síðani tók hann metið hjá sær í 200 metra blandað, við at svimja 2:01.97 har hansara gamla met frá Oyggjaleikum í 2009 var 2:04.41, skrivar svimjing.com at enda.

 

Heimasíðan hevur eisini lagt eittsjónbandabrot av firvaldsvimjingini, sum kann síggjast HER