Pál sum gestagranskari í Harvard

Inni á skrivstovuni hjá Pál Weihe hongur nú eitt prógv um, at hann er vorðin gestagranskari við kenda universitetið Harvard í USA.

Pál Weihe hevur tey seinnu árini havt eitt økt samstarv við granskarar á hesum universiteti, og nú er hann so vorðin meiri formliga knýttur til staðið sum gestagranskari í eitt tíðarskeið.
Pál fer kortini at halda fram sum áður við granskingararbeiði sínum í Føroyum, men hevur nú fingið ein serstakan møguleika at hitta starvsfelagar sínar "over there".
- Hetta er ein stórur heiður fyri meg. Tí hetta vísir, at teir á Harvard hava sett prís uppá tað sum eg geri, segði Pál Weihe við Rás 2 á middegi í gjár.
Nú fær Pál møguleikan at fara inn í eitt enn tættari samstarv við granskararnar á Harvard og gerst samstundis ein partur av hesum bólkinum.