Pál Joensen, sum í hesum døgum luttekur í HM í Shanghai, skal í nátt svimja innleiðandi umfarið í 1500m frí. Hetta er somuleiðis ein møguleiki hjá honum, at klára OL-kravtíðina, sum er 15:11.
Pál gjørdist nummar fimm samanlagt í 800m frí, men tað verður mett, at Pál er sterkari á 1500m teininum. Klárar hann undir OL-kravtíðina, so er Pál góðkendur til at kunna taka lut í Olympisku leikunum, sum verða í London í 2012. Pál hevur fyrr svomið væl undir kravtíðina.
Megnar Pál at svimja seg í finaluna, so skal hann svimja aftur sunnudagin.