Pál fer at luttaka við Aalborg Svømmeklub, og kappingin um viðkuskiftið er (DMH.) Danmarks Meistaraskapi fyri lið. Pál skal taka lut í 200, 400, og 1500m frí, 200m firvald, og 4x100, 4x200m frí liðkappingunum. Suðuroyar Svimjifelag samstarvar við Aalborg Svømmeklub. Fyrr í ár vóru Danjal Martin Hofgaard og Pál Joensen við felagnum á venjingarlegu á Tenerife. Kappingin er samstundis fyrireiking hjá Pál uppundir HM ið verður í aprílmánaði.