Herfyri samtykti polska tjóðartingið at reisa endurgjaldskrav ímóti Týsklandi fyri tann skaða, sum týskararnir gjørdu í Pólandi undir seinna heimsbardaga. Í samtyktini stóð, at Týskland eigur at rinda endurgjald fyri ágang, herseting og fólkamorð undir heimsbardaganum.
Men Póland fær ikki eitt oyra í endurgjaldi, sigur týski kanslarin, Gerhard Schrøder. Tvørturímóti heldur hann uppá, at pólendingar hava als ikki grundarlag fyri at reisa eitt slíkt krav, og at orðalagið í samtyktini er ikki sambæriligt við veruleikan. Polska stjórnin hevur eisini sagt, at hon tekur ikki undir við samtyktini hjá tinginum, men kortini skal málið umrøðast, tá polski forsætisráðharrin, Marek Belka, hittir Schrøder mánadagin.
Ein meiningakanning í Pólandi hevur víst, at 64 prosent av pólendingunum taka undir við kravinum hjá tinginum um endurgjald.