Pólfari á Havnini

Um middagsleitið hósdagin kom ferðamannaskipið ?Clipper Adventure? á Havnina. Skipið er amerikanskt, men skrásett á Bahamaoyggjunum. Umborð eru vælbjargaði ferðafólk, sum eru á eini dreymaferð í Norðuratlantashavi

Tey sigla aftur á slóðina hjá okkara forfedrum, teim kendu víkingunum Tey byrjaðu í Skotlandi, siðan legði skipið at í Orkneyoyggjunum og Hetlandi. Í gjár vitjaðu tey í Føroyum og seint seinnapartin legði skipið aftur til havs við kós móti Vestmannaoyggjunum. Úr Vestmannaoyggjum verður farið til Reykjavíkar og síðan heldur leiðin fram um Danmarkarstrætið. Tey leggja at ymsastaðni í Grønlandi, eitt nú Prins Christian Sund, Nuuk og Streymfjørðinum. Fimtanda dagin fer ferðalagið heim aftur við flogfarið úr Grønlandi.

Ferðin kostar úr 35.000 krónum til 70.000 krónur, at eftir hvussu fínt ein býr.

?Clipper er upprunaliga bygt í 1978 í Jugoslavia, men varð ummbygt fyri nógvar tíggjutals milliónir í Danmark í 1998. Skipið er ísstyrkt okann ferðast bæði norðalaga og sunnalaga. Felagið sum eigur skipið hevur spesialiserað seg í at gera ferðir í pólhøvunum. 61 kahúttir eru umborð. Umboðsmaðurin í Føroyum er William Holm Jacobsen.