Um tvær vikur er Páll á Reynatúgvu ikki borgarstjóri á Sandi longur.
Í morgun hevur hann nevniliga boðað frá, at á næsta bygdaráðsfundi á Sandi síðst í mánaðinum, fer hann at leggja frá sær sum borgarstjóri.
Tað hevur hann gjørt eftir áhaldandi atfinningar frá øðrum bygdaráðslimum ímóti hansara embætisførslu.
Atfinningarnar ímóti honum komu í hæddina í farnu viku, tá ið fýra av teimum sjey bygdaráðslimunum á Sandi beinleiðis heittu á hann um at leggja frá sær.
Teir fýra bygdaráðslimirnir vóru Brandur Sandoy, sum varð valdur á sama lista, sum Páll á Reynatúgvu og teir tríggir býráðslimirnir á hinum listanum.
Teir hava lagt dent á, at atfinningarnar ímóti Páll á Reynatúvu eru einans politiskar og ikki persónligar
Í eini grein aðrastaðni í blaðnum í dag nevnir Brandur Sandoy nakrar av orsøkunum til, at teir vilja hava Páll á Reynatúgvu frá.
Í høvuðsheitunum snýr tað seg um, at teir halda, at Páll á Reynatúgvu hevur hevur verið ógegnigur í fleiri málum.
Men tað snýr seg eisini um, at Sands kommuna skyldar Meginskúlanum so nógvan pening, at tað er við at verða ein álvarsligur trupulleiki, bæði hjá kommununi og hjá skúlanum.
Leggur kongin
Í eini viðmerking aðrastaðni í blaðnum sigur Páll á Reynatúgvu sjálvur, at hann hevur gjørt av at leggja frá sær eftir at hava tosað við familjuna.
Hann staðfestir, at hann kennir seg ósekan í ákærum ímóti honum, men hann kann ikki liva við at familjan ferð aftaná ferð verður drigin gjøgnum fjølmiðlakvørnina saman við mínum politiska persóni.
Vit orka snøgt sagt ikki meira, sigur Páll á Reynatúgvu.
Annars hevur hann ongar viðmerkingar afturat tí, hann hevur skrivað aðrastaðni í blaðnum.
Onga viðmerking
Sjálvur mælir hann til, at Olga Fossdalsá verður vald til borgarstjóra á Sandi. Hon er vald á sama lista sum fráfarandi borgarstjórin og hann heldur, at tað hevði speglað álit veljarans á listan.
Sjálv hevur hon onga viðmerking. Hon sigur, at hetta er alt samalt so spildurnýtt, at hon hevur als ikki havt stundir at hugsa um støðuna.
Yvirhøvur eru sandoyingar fáorðaðir í morgun.
Eyðvarur Petersen, sum er ein av teimum fýra, sum vil hava Páll á Reynatúgvu frá, sigur, at sum støðan er, var hetta tað frægasta, sum kundi henda, at borgarstjórin legði frá sær.
Men hann leggur framvegis áherðslu á, at talan er eina og aleina av politiskum orsøkum og ikki av persónligum.
Hann tekur eisini undir við grundgevingunum í greinini hjá Brandi Sandoy.
Men hvør skal vera eftirmaður Páll, er alt ov tíðliga at siga nakað um enn.
Tað sama sigur Fríði Nólsoy, sum eisini er ein av teimum, sum vildi hava Páll á Reynatúgvu at leggja frá sær.
- Hetta var tað, vit vildi hava hann at gera, men nú er hetta so nýtt, at eg havi ikki fleiri viðmerkingar enn, sigur hann.