Uppihaldspeningur er tann upphædd, sum ein persónur (sum oftast maðurin), eftir hjúnarskilnað, verður álagdur at rinda til fyrrverandi konuna og til børn undir 18 ár. Vanliga nevnt konupengar og barnapengar.
Higartil hevur tað verið soleiðis, at maðurin hevur fingið endurgoldið 50% av upphæddini í stuðuli úr landskassanum. Á tingfundinum hósdagin varð 1. viðgerð av uppskoti frá Karsten Hansen, landsstýrismanni í fíggjarmálum, um at strika hesa stuðulslóg, soleiðis at full upphædd skal gjaldast.
Samstundis verður uppihaldspeningurin hjá ávikavist børnum og fyrrverandi hjúnarfelaga, við hesum uppskoti, skattafríur.
Sambært viðmerkingunum til uppskotið, hevur henda broyting sostatt ongar eyka útreiðslur við sær hjá landskassanum.
Í ella uttanfyri
hjúnarband
Javnaðarflokkurin var sera ónøgdur við ætlanina hjá landsstýrinum. Jóannes Eidesgaard segði, at hetta nokk er størsta skattahækking vit nakrantíð hava sæð, hjá einum einstøkum bólki í samfeagnum.
Uppskotstillarin Karsten Hansen úr Tjóðveldisflokkinum segði, at hann ikki dugdi at síggja, hví man skal upprioritera tað, at man ikki býr saman við børnum sínum.
Jenis av Rana úr Miðflokkinum var samdur og segði, at tað ikki kann vera rætt, at man ikki røkir skyldur sínar sum uppihaldari, og at man skal javnstilla uppihaldarar. Tvs. teir sum liva innanfyri hjúnarlagi og teir sum liva uttanfyri. Also, teir sum eru rýmdir frá sínum skyldum.
Kristian Magnussen úr Javnaðarflokkinum segði, at tað tykist sum at landsstýrið her hevur funnið sær eitt stað at spara, har tey sum verða rakt av sparingunum kanska ikki hava hug at gera vart við hvørji tey eru. Tí tað er ikki so populert at skilta við, at man er dømdur til at gjalda barnapening og konupengar. Hann legði afturat:
? Lat okkum taka eitt dømi. Um ein maður er álagdur mánaðarliga at rinda 5.000 kr. í konupeningi og 2.000 kr. í barnapeningi, tilsamans 7.000 kr., so skal hann, sambært uppskotinum hjá landsstýrinum, forvinna 14.000 kr. fyri at kunna gjalda; í mun til í dag, har hann fær 50% av teimum 7.000 kr. endurgoldið. Í hesum døminum skal uppihaldarin gjalda 3.500 kr. meira um mánaðin. Hetta ger tað ógjørligt at skapa sær eina rímuliga tilveru aftaná hjúnarskilnað. Tað leggur upp til spekulatión og tað ger, at landið aftur fer at sita eftir við rúgvusmiklum eftirstøðum.
Bjarni Djurholm úr Fólkaflokkinum segði, at hann var samdur við landsstýrismanninum, um at tey, sum eiga børn uttanfyri hjúnarband, skulu gjalda og ikki hava størri ágóðar enn tey sum eiga børn í hjúnarbandi. Men, legði hann afturat, tað eru hóast alt nøkur, sum koma fyri hjúnarskilnaði, og tey koma at verða fyri stórum vanbýti um so er, at man fremur hesa lógina einsíðugt.
Uppskotið varð beint í fíggjarnevndina.