Pápi Anniku Olsen koyrdur úr leiðsluni í Fólkaflokkinum

FRÁKOYRDUR Jákup Olsen nú koyrdur frá sum formaður í Suðuroyar Fólkafloksfelag, uttan at hann visti av nøkrum

- Ongin hevur sagt mær frá!
Jákup Olsen í Vági er nú koyrdur frá sum formaður í Suðuroyar Fólkafloksfelag.
Hann er pápi Anniku Olsen, landsstýriskvinnu og sostatt hevur ósemjan um formansvalið í Fólkaflokkinum tikið eina heilt nýggja vend.
Men Jákup Olsen sigur, at tað kom púra óvart á hann, tí hann fekk onki at vita um at hann var frákoyrdur, fyrrenn hann hoyrdi tað sum slatur.
- Telefonin ringdi klokkan 10 týskvøldið og tá var tað ein sum spurdi um felagið hjá Fólkaflokkinum í Suðuroy hevði fingið nýggjan formann, sigur Jákup Olsen.
- Eg mátti bara svara, at tað kendi eg onki til og so endaði tann samrøðan, leggur hann afturat.
Men hann sigur, at so fór hann at spyrja seg fyri og tá fekk hann at vita, at hetta var álvari og at hann slett ikki var formaður í Suðuroyar Fólkafloksfelagi longur.
- Tað vísti seg, at nevndarfundur hevur verið í Suðuroyar Fólkafloksfelag í farnu viku og har er nýggjur formaður valdur.
Jákup Olsen sigur, at hann hevur verið settur út av spælinum í langa, tí hann hevur verið á Klaksvíkar Sjúkrahúsi, har hann hevur verið lagdur undir skurð í fótinum.
Síðani hevur hann gingið at krúkkum og tað gongur enn, men hetta hevur elvt til, at bæði slakt og valstríð fór afturvið borðinum, uttan at hann fekk verið við.
Men hann staðfestir samstundis, at hann fekk ikki fundarboð til hendan fundin, har hann varð frákoyrdur.
Tí metir hann, at talan er um ein ólógligan nevndarfund.
- Men tað leggi eg onki í. Vilja tey hava ein annan formann enn meg, tími eg ikki at berjast ímóti tí, leggur hann afturat.
Men hann heldur, at framferðin er løgin
- Hetta eru ”uppreistrarmetodur” og hetta boðar ikki frá góðum í Fólkaflokkinum, sigur hann.
Hann ivast ikki í, at hetta er eitt samstarv ímillum Jacob Vestergaard og Jørgen Niclasen, sum er orsøkin til hetta kvettið í flokkinum í Suðuroy, sum hann kallar tað.
- Hetta er eina og aleina fyri at tryggja Jørgen Niclasen atkvøður til formansvalið í flokkinum.
- Í hesum sambandi skuldi eg koyrast frá, tí annars kundi tann støðan uppstanda, at eg kom at sita í floksleiðsluni leygardagin og skuldi hava ávirkan á, hvør hevði verðið formaður floksins.
Jákup Olsen heldur, at tað er langt síðani avgjørt frammanundan, hvør skal verða formaður í Fólkaflokkinum.
Hann heldur, atr Fólkaflokkurin er blivin sum gamla Sovjett, har tað skuldi eitast at vera val, men har bara eitt valevni var at velja

Hevur stuðlað Jacob
Jákup Olsen staðfestir, at tað kann ikki vera órógv og ósemja í Fólkaflokkinum í Suðuroy, sum hava elvt til hetta kvett, sum hann kallar tað.
- Í Fólkaflokkinum í Suðuroy hevur ongin orrusta av nøkrum slagi verið. Tvørtur ímóti havi eg stuðlað Jacob Vestergaard, alt tað eg havi verið mentur, sigur hann.
- Men eg havi verið so leingi í politiskum arbeiði, at eg eri ikki vónbrotin, tí soleiðis kann politikkur vera.
Annars heldur hann, at Jørgen Niclasen kann ikki tvíhalda um formansessin í Fólkaflokkinum við teirri grundgeving, at hann hevur leitt flokkin fram til ein stóran sigur á løgtingsvalinum.
- Tað var ikki Jørgen Niclasen, sum vann valið fyri Fólkaflokkin. Tað vóru Annika Olsen og Jacob Vestergaard, sum vunnu valið fyri flokkin.
- Tí er tað ongin ivi í mínari sál um, at Annika Olsen og Jacob Vestergaard eiga hvør sín landsstýrissess fyri flokkin.

Ikki fólkalív
Jákup Olsen hevur eisini nøkur vælmeint alfaðirlig ráð til dóttrina í støðuni, sum nú er íkomin
- Annika eigur ikki at góðtaka slíka framferð, staðfestir hann avgjørdur.
Hvørji ráð vilt tú so geva henni?
- Tað veit eg ikki, men sjálvur hevði eg ikki tíma at barst ímóti slíkum kreftum í allar ævir.
- Annika er 36 ára gmul nú og tí haldi eg, at nú eigur hon av álvara fara at umhugsa sína borgarliga framtíð uttanfyri politikk.
- At liva og virka í hesum ”djevulskapinum” er ikki fólkalív, sum Jákup Olsen málber seg.
Eigur hon at skifta flokk?
- Tað veit eg ikki, so langt havi eg heldur ikki hugsað. Men eg má viðganga, at eg er tikin á bóli av tí, sum fer fram í flokkinum í hesum døgum.
Hetta var takkarlønin

- Støðan í Fólkaflokkinum er farin at líkjast tí ”heilt merkverdiga”.
Tað heldur Annika Olsen, landsstýriskvinna fyri Fólkaflokkin, nú ein nýggj krúlla kom á málið um formansvalið í flokkinum við tað, at pápi hennara varð frákoyrdur sum formaður í Suðuroyar Fólkafloksfelag.
Annika Olsen staðfestir, at pápi hennara varð frákoyrdur sum formaður uttan so mikið sum at hava fingið fundarboð.
- Í síðstu viku varð nevndin í Suðuroyar Fólkafloksfelag kallað saman til fundar, men formaðurin fekk ikki fundarboð, sigur hon.
Har varð hann so frákoyrdur uttan at vera til staðar og Finnbjørn Nielsen varð valdur til nýggjan formann.
Jákup Olsen er nú vanligur nevndarlimur í Suðuroyar Fólkafloksfelag.
Hon ivast ikki í, at pápi hennara varð frákoyrdur sum formaður, bara fyri at hann ikki skuldi sleppa at sita í floksleiðsluni í kvøld, tá ið støða skal takast til formansvalið í Fólkaflokkinum.
- Hann hevur gjørt eitt stórt arbeiðið fyri flokkin í nógv ár, men hetta var so takkarlønin, heldur hon speiskliga fyri.
Annika Olsen hevði bjóðað seg fram sum forkvinnu í Fólkaflokkinum, men umboð floksins í Løgtingi og landsstýri, hava tilnevnt Jørgen Niclasen og tað skal floksleiðslan taka støðu til í kvøld.
Men hon staðfestir samstundis, at hevði flokkurin komið í eina støðu, har hon var upp á tal at verða forkvinna fyri Fólkaflokkin, hevði pápi hennara sjálvandi verið ógegnigur og sostatt hevði hann ikki verið við í viðgerðini.