Pápi Birnu: Grønlendingar eru vinir okkara

Í sorgini hevur Brjánn Guðjónsson orku at ávara móti fordómum.

Í sorgini hevur Brjánn Guðjónsson orku at ávara móti fordómum.

 

Pápi íslendsku Birnu Brjánsdóttir, ið hvarv og varð funnin deyð, ávarar, og sigur seg ikki halda nógv um atferð, har hatur verður kastað á heila tjóð, orsakað av tí, ið ein maður hevur gjørt.

 

Grønlendskur maður er undir ilgruna í málinum. 

 

Grønlrndingar eru vinir okkara, og skulu vit styrkja vinskapin, heldur enn tað øvugta, skrivar hann á facebook vanga sínum.

 

Hetta skrivar Brjánn Guðjónsson í kjalarvørrinum av, at netmiðilin nútíminn skrivar frá íslendskari kvinnu, ið hevði hitt grønlendksa kvinnu, ið rópt varð eftir.

 

Íslendska kvinnan, Ragnhildur Stefánsdóttir, sigur, at hon møtti grønlendsku kvinnuni í floghavnini í Reykjavík, og at henda ikki vildi vera í Íslandi longur. Søgan sigur, at rópt varð eftir vinnuni og vinkomu hennara, tá tær keyptu inn, skrivar sermitsiaq.ag.

 

Aðrar søgur um grønlendingar, ið hava verið útfyri líknandi hendingum, hoyrdust eisni stutt eftir, at Birna hvarv.