Pápi Breivik hugsaði um sjálvmorð

Hin 23. juli vaknaði Jens Breivik til tíðindini um, at tað var hansara egni sonur, sum var handtikin í samband við hópmorðini á Utøya og í norska stjórnarbygninginum.

Bretska blaðið The Guardian hevur eitt drúgt prát við 76 ára gamla Jens Breivik, sum er pápi Anders Behring Breikvik. Í samrøðuni greiðir pensjóneraði diplomaturin frá, hvussu ófatilig støðan var dagarnar eftir, at hann vaknaði til hesi ræðuligu tíðindi.

- Eg var so skakaður, at eg visti ikki, hvat eg skuldi gera. Eg var ikki førur fyri at gera nakað, men sat við høvdinum niður í hendur mínar.

Hann leggur aftrat, at løtan, tá hann hoyrdi tíðindini, var ræðulig, og hann dugdi slett ikki at fyrihalda seg til støðuna.

- Tær fyrstu vikurnar umhugsaði eg av álvara at taka mítt egna lív, sigur Jens Breivik og leggur aftrat, at hann fer altíð at spyrja seg sjálvan, hvussu tað er møguligt hjá einum manni at koma á slíkar tankar, sum sonur hansara hevði.

Í samrøðuni spyr pápin eisini, um hann kundi havt gjørt nakað.

Nú fleiri mánaðir seinni hevur hann tað framvegis ræðuligt við tankan um illgerðina.

- Tað er so nógv pína, og aftur og aftur verið eg mintur á, hvør eg eri, sigur hann.

Jens Breivik og táverandi kona og mamma Anders Behring Breivik, vórðu separerað, tá sonurin var eitt ára gamal. Sjálvur flutti Jens Breivik úr Noregi at starvast sum diplomatur og hevði tá lítið samband við sonin. Men árini 1990-1995 búði hann aftur í Oslo, og tá kom sambandið millum faðir og son afturíaftur.

- Hann var ein vanligur drongur. Tó ikki heilt vanligur kortini. Hann tosaði ikki nógv, men var afturhaldin. Hann vildi ikki tosa um mammu sína, heimið ella skúlan. Anders Behring Breivik kom í mítt hús at hvíla seg og at fáa okkurt gott at eta, sigur Jens Breivik.