- Vit eru í loypandi samband við hann, og hevur hann tað eftir umstøðunum gott. Hann hevur øgiliga pínu í rygginum, men tað fær hann onkran doyvandi heilivág fyri.
Tað sigur pápin at 20 ára gamla unga føroyinginum, sum í nátt kom til skaða í jarðskjálvtanum, ið rakti grikska oyggjahavið og Turkaland.
20 ára gamli ungi maðurin, ið er á feriu saman við trimum øðrum føroyskum vinmonnum á Kos, hevði ikki verið á oynni í meira enn eitt døgn, tá jarðskjálvtin rakti oynna. Pápin upplýsir, at sonurin og ein vinmaður sótu uttanfyri hotellið, tá jarðskjálvtin rakti.
- Partar av húsinum har tey sótu rapaðu niður á hann og ein vinmann, og blivu teir fluttir á sjúkrahúsið til kanningar. Vinmaðurin bleiv útskrivaður, men sonur mín hevði so nógva pínu, at umhugsað varð at flyta hann til Athen. Tað bleiv tó ikki til nakað, sigur pápin.
Foreldrini fingu boðini um, at sonurin var komin til skaða í nátt, tá foreldrini hjá einum av vinmonnunum ringdu og greiddu frá hvat var hent. Síðan hevur familjan verið í samband við løgregluna, og í morgun eydnaðist tað at fáa fatur á tryggingini og danska Uttanríkisráðnum.
Fólk hjá tryggingini eru á oynni og hava sent boð eftir læknum, ið skula taka støðu til hvat er best at gera.
- Vit vilja sjálvandi hava sonin heim sum skjótast, men sum støðan er nú, so kann hann ikki sita í einum flogfari, sigur pápin.