Púra javnt í botninum

Flogbóltur: Loksins eydnaðist ÍF at vinna á SÍ og við sigrinum eru liðini púra jøvn í botninum

SÍ-ÍF 0-2


Fimti dysturin, sum varð leiktur hetta vikuskiftið var tann utsetti dysturin millum sørvingar og fuglfirðingar. Óðamannaverk var hjá fuglfirðingum at fara vestur tá illveðrið leikaði fyri kortum, og tí var hann avgreiddur nú ístaðin.

Úrslitið av dystinum var, at ÍF vann 2-0 á SÍ. Úrslitið hevur við sær, at liðini nú liggja púrasta jøvn í botninum og tað verður tann seinasti dysturin teirra millum, sum kemur at gera av hvat av liðunum endar niðast og hvat endar næstniðast.


Skrædnað hjá SÍ

Tað er ikki hissini túrur, sum sørvingar hava tikið niður eftir stigatalvuni. Einu tíðina í fyrru helvt vóru teir á øðrum plássi, og tá vóru teir vandamiklir fyri øll liðini. Síðani endaspælið byrjaði hevur ikki gingið fyri fliðuna hjá teimum, og teir hava tapt og tapt.

Ilt er at siga hvør orsøkin er, men ein teirra er uttan iva, at leikararnir eru rættuliga spjaddir. Onkur lyklaleikari hevur verið til skips í seinastuni, og tað bøtir ikki um samanspælið tá so er.

Vit kunn í øllum førum staðfesta, at tað ikki er nóg mikið at vinna dystir í fyrru hálvu, tí tú missir helmingin av stigunum um jóltíðir, og tá farið verður undir endaspælið verður lættari hjá hinum at fáa fatur í tær aftur.


ÍF fótar sær nú

Hjá fuglfirðingum hevur hetta árið verið ein marra. Meistaraliðið í fjør misti nærum alt liðið, og tí skuldi mestsum byrjast á berum.

Tað tekur tíð, at spæla eitt nýtt lið saman, og tað hava fuglfirðingar merkt. Ungu leikararnir hava sum oftast víst viljan at spæla, og til tíðir hevur tað eisini verið nóg mikið tá sterku liðini hava vitjað. Hetta fekk Mjølnir at kenna í heyst.

Royndirnar hjá Bjarna og Kenneth eru uttan iva tað, sum hevur borið liðið ígjøgnum hetta strævnað árið og nú sær tað út til at bera ávøkst.

Stuttligt verður tí at síggja, um tað fer at bera inn í næsta kappingarár við.