Páskaandakt við Bergi Debes Joensen

Síðani korona byrjaði at gera um seg, hevur Bergur Debes Joensen, sóknarprestur í Suðurstreymoyar vestara prestagjaldi, lagt út stuttar andaktir. Her er páskaandakt, sum er tikin upp við gamla Argja hospitali

Páskadagur er, og vit kunnu gleðast um, at Kristus er risin upp frá deyðum.

Gleðiboðskapurin ljóðar kring okkara land og kring heimin. Hóast tað ikki ber til at savnast í kirkjum og samkomuhúsum, so ljóðar gleðiboðskapurin kortini í Kringvarpi og á netinum.

Fleiri prestar hava verið nógv á netinum síðstu tíðina og borið fram eina andakt ella eitt lívgandi orð. Ein av virknastu prestunum á netinum seinasta mánaðin, er Bergur Debes Joensen, ið hvønn dag leggur eina nýggja andakt út á facebook. Talan eru um eina stutta andakt, vanliga 3-4 minuttir,  sum er tikin upp ymsastaðni í prestagjaldinum.

Páskaandaktinum er tikin upp við gamla Argja hospitali.

Andaktin sæst her.