Páskafrí í meiri enn tvær vikur

Annað umfar í bestu fótbóltsdeildini verður í dag

Frá klokkan 15 og fram til klokkan nakrar minuttir í 19 í kvøld verður fótbóltur í bestu deildini á skránni.

At tað verður spælt leygardag og ikki sunnudag, sum tað annars plagar at vera vanligt, kemst av, at landsliðið í morgin fer av landinum. Næstu dagarnar verður landsliðið á venjingarlegu í Marbella í  Spania, har tveir venjingardystir eru á skránni. Tann fyrri verður hósdagin ímóti Lettlandi, og tann seinni verður annan sunnudag ímóti Liktinstein.

 

Orsaka av at landsliðið verður burtur, verður tað ikki spælt aftur í landskappingini fyrr enn 2. páskadag, sum er mánadagin 2. apríl ella um sekstan dagar.

 

Líkindini at spæla fótbólt vera hampuliga góð seinnapartin. Hann verður lágur í ættini og lotið fer neyvan at órógva nakað serligt. Tað verður turt, og hitin verður fýra stig ella meiri enn tað.

 

Annað umfar í Betri Deildini

EB/Streymur-AB: Dagfinn Forná kl. 17.00

NSÍ-KÍ: Lars Müller kl. 16.00

Skála-B36: Jóhan Hendrik Ellefsen kl. 16.00

07 Vestur-Suðringar: Petur Reinert kl. 16.00

HB-Víkingur: Eiler Rasmussen kl. 15.00