Annað hvørt ár verður skipað fyri páskastevnu í ítróttarhøllini á Hálsi. Stevnan hevur verið ein fastur táttur annað hvørt ár síðani fyrst í 80? árunum. Vanliga verða stevnurnar sera væl vitjaðar við fólki úr nærum øllum samkomum og trúðarrætningum í Føroyum.
Luttøkan í ár verður umframt kend nøvn úr Føroyum eisini Eivind Frøen úr Noreg, sum síðani fyrst í 70? árunum hevur vitjað her ótalligar ferðir til møtirøðir, stevnur og familjulegur. Hann er m.a. kendur fyri sín serliga livandi og eyðmjúka hátt at bera boðskapin fram, tó utan at balla hann inn.
Hin talarin í ár verður tann um okkara leiðir minni kendi David Meader úr Onglandi. David, sum eftir lokna útbúgving við universitetið í 1984, varð kallaður til arbeiði millum muslimar, las víðari guðfrøði og millumlanda mentan á All Nations Christian College við London. Hann giftist Else í 1989 og arbeiddi til 1995, tá ið hann fór at starvast fyri WEC (Worldwide Evangelisation for Christ). Í 1996 byrjaðu tey sína tænastu í Indunesia og vóru við til at senda trúboðarar inn í Kina, mið Asia, mið Eystur og vest Afrika. Í 2000 vórðu tey biðin um at leiða eitt WEC team til Eystur Timor í sambandi við arbeiði, leiðsluvenjing og samfelagsvirksemi.
David og Else Meader fluttu aftur til Onglands í 2003.
Í ár verður eisini norski lovsongsleiðarin Rudy Myntevik ein av luttakarunum á páskastevnuni við sangi og lovsongi. Rudy, sum áður hevur givið fløgu út, er sera virkin á sangøkinum í Noreg.
Um páskirnar koma gestirnir úr Noreg og Onglandi at taka lut bæði til morgunmøtir, evangelisk møtir og bíbliutímar. Eisini verða serlig tiltøk fyri tey ungu. Langa fríggjakvøld verður eitt serligt Teenagekvøld, leygarkvøldið eitt lovsongskvøld og Páskakvøld eitt sangtiltak, har kend nøvn innan føroyska gospelheimin verða við. Páskadag verður familjumøti, sum ætlað er børnum og familjum teirra.
Tað er Meinigheitin í Hoyvík, ið skipar fyri páskastevnuni, sum verður í døgunum 8. til 12. apríl 2004 í Ítróttar- og Samkomuhøllini á Hálsi í Havn. Stutt fyri páskirnar verður skráin lýst nærri í bløðunum. Øll tiltøkini í høllini á Hálsi eru ókeypis, har øll eru vælkomin.