Páskirnar eru samhaldsfastar

- Tað jaliga vinnur á tí neiliga, og ongin er so illa farin, at hann ikki eigur eina framtíð, hóast jarðiska tíðin er avmarkað, hugleiðir Jógvan Fríðriksson, biskupur, millum annað um páskahøgtíðina

Páskir

 

Páskirnar standa fyri durum, og viðkomandi er at hugsa um, hvat hesir høgtíðsdagar hava at týða í einum nútímans samfelag.

Jógvan Fríðriksson, biskupur, er ikki í iva um, at páskahøgtíðin stendur sterk, tó at ein endurnýggjan kundi komið væl við, tí øll hava vit brúk fyri tíð til umhugsni.

 

Samhaldsfesti

- Tekur ein páskirnar, sæð úr ein fólksligum sjónarhorni, so eru páskirnar frálíkt høvi at røkja familjulívið, men vit vita jú eisini, at hetta er ein kirkjulig hátíð. Páskirnar standa fyri deyða, kvøldmáltíð uppreisn, og alt hevur hetta við menniskljasliga eksistensin at gera, sigur Jógvan Fríðriksson, biskuppur.

- Taka vit breyðbrótingina skírisdag, so er talan um felagsmáltíð. Føra vit hetta yvir á samfelagið, so er talan um samhaldsfesti, hugleiðir Jógvan Fríðriksson.

- Eg havi upplivað í Íslandi, at talan er um tað, ið vit kunnu rópa samanskotsgildi. Øll eiga alt og koma við sínum, alt eftir førimuni. Paulus ávarar eisini ímóti misnýtslu av altarborðinum, tí tey ríku taka til sín, so onki er til teirra, ið treingja, sigur Jógvan Fríðriksson.

- Skírisdag kunnu vit minna á samhaldsfesti, nú kreppa er í samfelagnum, sigur Jógvan Fríðriksson.

 

Jesus var solidariskur

- Í roynd og veru ger Jeus seg solidariskan við øll. Ger seg eitt við menniskja og er menniskjasligur. Og aftur her koma vit inn á tað eksistensiella. Tað stóra er, at okkara Guð er Guð teirra veiku. Hjá sjúkum, einamøllum, menningartarnaðum. Og hetta er áhugavert, tí líðing og deyði er ikki nakað, ið vit bara kunnu koma framvið, fáa yvirstaðið, men nakað, ið vit mugu bera við okkum. - Langafríggjadag kemur til hugs menniskjasligi eksistensurin, vanlagna, sjúka og deyði, hugleiðir Jógvan Fríðriksson.

 

Øll eiga framtíð

- Páskadag vinnur tað jaliga á tí neiliga. Eg plagi at taka til, at ongin er so illa farin, at hann ikki eigur eina framtíð, hóast vit vita, at jarðiska tíð okkara er avmarkað.

- Hetta er vakurleikin. Píndi vakurleikin. Um alt bara er glamour, so gerst tað skjótt keðiligt. Ofta hava vit hug at hyggja upp, fyri at síggja vakurleika, hyggja til himmals. Ein listakvinna hevur sagt, at vil ein síggja vakurleika, so skal ein leita í veitunum, tí vakrastu blómurnar vaksa í veitunum, sigur biskupur.

 

Páskahøgtíðin er sterk

Jesu uppreins er grundarlag undir allari prædiku. Lívið sigrar á deyðanum. Krsitin trúgva á ævigt lív. Uppreisnin flytir markið millum tað jarðiska og æviga lívið, og ber boð um nakað eksistensielt.

2. páskadag opinberar Jesus seg. Øll høvdu høvi at sita til borðs við Jesusi, tollarar og farisearar. Teir, ið ikki kendu Jesus, fáa eyguni upp fyri honum, tá hann brýtur breyðið. Sama hendir 2. páskadag, sigur Jógvan Fríðriksson.

- Hann doyr, og verður settur í menniskjasligan eksistens, umgirdur av fólki. Tá tey halda alt er liðugt, so er uppreisn og opinbering, sigur Jógvan Fríðriksson, ið metir, at páskahøgtíðin enn stendur sterk í dagsins samfelag.

- Men brúk er kanska fyri endurnýggjan, so vit fáa føstuna at standa sterka, og eg hugsi mest um at fasta andaliga. Vit hava øll brúk fyri at hugsa, meditera. Hugsa um líðingina. Brúk er fyri djúphugsni. Í páskahøgtíni sæst veruliga, hvat tað kostaði Kristusi at gerast menniskja, sigur Jógvan Fríðriksson.

- Kristindómurin er so ómetaliga menniskjasligur, tí Kristus átekur sær menniskjasligan eksistens, og páksirnar tosa eitt mál, ið vit øll kenna og skilja, sigur Jógvan Fríðriksson, biskupur.

Um páskirnar fer Jógvan Fríðriksson sjálvur at virka sum prestur, og hava guðstænastur páskadagarnar, men hetta tekur hann lætt, tí fyrr – tá hann starvaðist sum prestur, var meira at gera.

- Prestarnir hava jú gudstænastur, men umframt hava teir so nógv annað, bæði vígslur og jarðarferðir, men sum biskupur havi eg bara gudstænastur, sigur Jógvan Fríðrikson.