Pávin bað um umbering fyri kynsliga ágangin

Á vitjan síni í Avstralia bað Benadikt pávi fólk um umbering fyri tann kynsliga ágangin, sum katólska kirkjan hevur framt ímóti børnum har

- Eg eri sera harmur um, at fólk hava liðið undir hesum ágangi, segði Benadikt pávi í einari prædiku, sum hann helt í Sidney í gjár. Hann segði, at kirkjan má greitt fordøma tær misgerðir, sum blivu framdar, og sum vóru eitt greitt álitisbrot, og hann lovaði, at tey seku skulu standa til svars fyri tað, sum tey hava gjørt.

 

Í einari messu, sum pávin helt fyri katólskum prestum og biskuppum í Sidney, kom hann við einari treytaleysari umbering.

 

- Kynsligi ágangurin hevur verið oyðileggjandi fyri katólsku kirkjuna, og vit skammast av tí ágangi, sum børn og ung her í landinum hava verið fyri, segði pávin.

Felagsskapurin hjá teimum, sum hava verið fyri kynsligum ágangi innan ta katólsku kirkjuna í Avstralia, Broken Rites, sigur, at tað finnast umleið 100 greið dømi um offur fyri ágangi innan kirkjugátt ella frá kirkjunnar tænarum. Tað eru tó tey, sum halda, at tað veruliga talið er munandi størri og helst fleiri túsund, skrivar Reuters.

Broken Rites hevði kravt, at Benadikt pávi skuldi koma við einari almennari umbering, nú hann hevur virjað í Avstralia. Tað gjørdi pávin so í gjár, men fleiri halda, at kirkjan eigur ikki at sleppa so lætt. Sama kravið kom undir einari pávavitjan í USA í 2002, og eisini ta ferðina bað pávin um umbering kirkjunnar vegna.