Tað er nú ikki pávin sjálvur, sum ætlar at økja barnatalið, og neyvan skulu boð hansara skiljast soleiðis, at hann vil hava italskar menn og kvinnur at gera meiri við tað sexuella.
Men at álvara var í orðum hansara, er eingin í iva um, tí ongastaðni í Vesturheiminum fáa fólk so fá børn sum í Italia. Almennu hagtølini siga, at í meðal fáa italskar kvinnur 0,9 barn.
ST hevur fleiri ferðir ávarað italsku myndugleikarnar um, at tað lítla barnatalið fer at koma landsins búskapi aftur um brekku, og at tað verður truplari hjá tí arbeiðandi ættarliðnum at fíggja vælferðina hjá teimum gomlu og sjúku. Tað var hetta orðaskiftið, sum Jóhannes Páll pávi nú legði seg útí. Í røðuni í tinginum bað hann italsku politikararnar laga tey fíggjarligu viðurskiftini hjá fólki so, at tey kunnu fáa fleiri børn enn nú.
Í røðuni nam pávin eisini við tey mál, sum hann plagar at tosa um so sum mannavirði, demokrati, frið og rættvísi.