Pætur J. Petersen venur við islendsku silvurvinnarunum

Skálvíkingurin er nú upp á tal sum møguligur komandi leikari hjá KA Akureyri

Fyri stuttum royndarvandi Pætur J. Petersen við Esbjerg í triðbestu donsku fótbóltsdeildini.

 

Tað bleiv ikki til nakran sáttmála við Esbjerg á hesum sinni.

 

Nú vita íslenskir miðlar at siga, at Pætur fer at royndarvenja við verandi silvurvinnarunum, KA Akureyri, og tí er talan um lið, ið skal royna seg í Evropa í summar.

 

Fyrsta venjingin hjá Pæturi við KA skal vera í dag.

 

Tveir føroyskir landsliðsleikarar eru á hondbóltsliðnum hjá KA. Teir eru Allan Norðberg og Nicholas Satchwell.

 

Í Íslandi fevna ítróttarfeløgini um fleiri ítróttir.