Pætur og AMO halda fast í oddasessinum

AMO vann fyrsta kappingardystinum í hesum árinum á útivølli

Mikukvøldið tørnaðu Pætur Mikkjalsson og liðfelagarnir í AMO til aftur í næstbestu svensku hondbóltsdeildini.

 

AMO spældi á útivølli móti IFK Ystad, og eydnaðist tað AMO at vinna dystin 31-27. Í steðginum var AMO á odda 15-12.

 

Við sigrinum legði AMO seg á odda í Allsvenskuni, sum næstbesta deildin í Svøríki nevnist.

 

AMO eru framvegis ósigraðir aftaná 16 dystir, og hava 29 stig á fyrsta plássinum, eitt stig meira enn Karlskrona, ið hevur leikt tveir dystir fleiri enn AMO. 

 

Longu leygardagin skulu Pætur og liðfelagarnir í eldin aftur. Tá spælir AMO á útivølli móti Varberg, ið er nummar fimm í deildini við 23 stigum.