Pætur toppskjútti hjá Team Sydhavsøerne við níggju málum

Team Sydhavsøerne leikti javnt og FIF vann á útivølli

Tíðliga seinnapartin vóru føroyingaliðini, Team Sydhavsøerne og FIF í leiki í næstbestu donsku hondbóltsdeildini.

 

Pætur Mikkjalsson (myndin), Pauli Mittún og liðfelagarnir í Team Sydhavsøerne leiktu á heimavølli javnt 36-36 móti Lemvig-Thyborøn, ið ikki hevði Kjartan Johansen á liðnum í dag. Í steðginum var Lemvig-Thyborøn á odda 19-18. Tobias Bay javnaði fyri Lemvig-Thyborøn til 36-36 við sekundum eftir á klokkuni.

 

Pætur var toppskjútti hjá suðuroyggjamonnum í dag. Pætur skoraði níggju mál, og var valdur at vera dagsins leikari. Pauli skoraði tvey mál.

 

Janus Dam Djurhuus, Leivur Mortensen og Bogi Hansen vunnu á útivølli saman við liðfeløgunum í FIF 31-30 á Tønder. Í steðginum var FIF á odda 14-12. 

 

Andreas Cortés, ið var toppskjútti hjá FIF við átta málum skoraði sigursmálið trý sekund undan dystarloki. Talan er um triðja sigurin á rað hjá FIF. 

 

Bogi skoraði trý mál og Leivur skoraði eitt mál fyri FIF.

 

Team Sydhavsøerne er nummar fimm í deildini við níggju stigum. FIF er nummar seks í deildini við átta stigum. 

 

Klokkan 16 byrjaði dysturin hjá liðnum hjá Teis Horn Rasmussen og Peter Krogh HC Aarhus, ið á heimavølli tekur móti Odder.