Pál í finaluni

Hevur tryggjað sær finalupláss í EM á stuttgeil.

Trý umboð fyri Føroyum eru í hesum døgum í Ísrael, har kappast verður í EM á stuttgeil. Tey trý føroysku umboðini eru Alvi Hjelm, Astrið Foldarskarð og Pál Joensen.


Higartil hevur verið heldur misjavnt hvussu úrslitini hava verið í kappingini, men í dag bragdaði hjá einum teirra.


Ikki óvæntað, so var tað talan um Pál Joensen, ið megnaði at svimja seg í finaluna í 1500 metra frí, tá hann endaði á einum 8. plássi samanlagt í undanumfarinum.


Pál svam teinin á 14:44.46 min. Líkindi at vinna finaluna tykjast tó ikki at vera serliga góð, tí tíðin hjá Føroya fremsta svimjara í undanumfarinum var heili 22,95 sekund seinni enn nummar eitt, italienin Gregorio Paltrinieri, ið svam teinin á 14:21.50.


Svomið varð annars í trimum bólkum, har Pál var í næsta bólkinum. Hann endaði nummar 5 í sínum bólki, men av tí, at tíðirnar í bólki 1 og 2 ikki vóru serliga góðar, rakk tað til eitt samlað 8. pláss og harvið finalupláss.


Finalan í 1500 metra frí verður í morgin.