Hilmar Jan Hansen, útvarpsmaður á Rás2, fekk rættiliga Pál Weihe um skrúvuna í tíðindasendingunum mikudagin.
Tá Hilma Jan gav Tróndi Arge orðið til at siga frá 1.500 metra kappingini í Berlin – har Pál JOENSEN vann silvur – vildi Hilmar Jan Hansen vera við, ikki færri enn tvær ferðir, at talan var um Pál WEIHE, sum skuldi svimja.
Og tá hann í tíðindasendingin ein tíma frammanundan skuldi hava fatur á Páll á Reynatúgvu, ringdi hann eisini til Pál Weihe...
Trýsti á pílin undir myndini fyri at hoyra teir báðar, Hilmar Jan Hansen og Trónd Arge.