Í farnu viku vitjaði eitt lið av palestinskum skattkønum monnum Føroyar.
Ørindi teirra vóru at kanna føroysku skattaskipanina og (serliga) –umsitingina. Teir tosaðu bæði við kommunalar- og landsmyndugleikar.
Tað er eitt evnið, sum Óli Breckmann fer at viðgera í beinleiðis sending á Rás2 seinnapartin í dag klokkan 16.
- Eftir øllum at døma er stórur munur á tí máta, palestinska stjórnin hjá Fatah skattar sínar íbúgvar, og tí máta, føroyingar verða skattaðir, sigur hann
- Á Vestara Áarbakka, altso í Judea og Samaria, fáa myndugleikarnir hjá Mahmud Abbas tað mesta av síni skattinntøku frá avgjøldum og lítið frá inntøkuskatti. Í Føroyum fáa kommunur og land samanlagt nógv størra partin í inntøkuskatti. Kommunurnar næstan alt.
- Palestinsku gestirnir vóru hugtiknir av, hvussu gjøgnumskygd, virkin, fáment og einføld okkara skattaumsiting er. Teir gildu, at álitið millum myndugleikar og skattgjaldarar í Føroyum er nógv størri enn niðri hjá teimum.
Í hesum sambandi hevur Óli Breckmann samrøðu við Tommy Petersen, sum arbeiðir fyri Danida á Vestara Áarbakka, og var ferðaleiðari hjá palestinunum á Føroya-vitjanini.
Men í sendingini verður eisini prátað við topparnir í føroysku skatt- og fíggjarumsitingini, Eyðun Mørkøre og Petur Alberg Lamhauge um teirra fund við palestinarnar.