18.juli 2008 verða 100 ár, síðan Joen Pauli Thomasen, Palli í Tøðuni í Vági,
varð føddur. Í hesum sambandi verður arbeitt við einum minningarriti, sum
ætlandi kemur út næsta summar.
Palli í Tøðuni yrkti og skrivaði nógv, báði í bundnum og óbundnum máli undir navninum Ipt. Meginparturin av skrivaða tilfarinum er til skjals, men alt er ikki skipað enn.
Vegna stigtakararnir til minningarritið heitir Arnfinnur Thomassen í Vági á fólk, sum møguliga eiga nakað av tilfari eftir Palla, ella kanska eina mynd av honum, um at seta seg í samband við seg. Arfinnur kann hittast á tlf 373043 ella arnftho@kallnet.fo