Papp og vodka

Umafturafturum við Høgna Djurhuus

Var í Póllandi á jólum. Sum altíð, tá eg eri uttanlands jólaaftan, fór eg í kirkju. Ikki av átrúnaðarligum fjøtrum, eg eri langt síðani givin at trúgva upp á jólamannin og aðrar forniskar menn. Eg upplivi eina jólamessu sum eina mentanarliga hending, ja, sum ein sjónleik, eina tragediu og komediu í senn.

Meðan eg siti í Mariukirkjuni í Barlinek jólaaftan, fari eg at hugsa um, hví póllendingar eru so trúgvandi. Hvat hava tey Gudi fyri at takka? Tey, sum nú liva.

Fyrst gav hann teimum nasismuna, so kommunismuna og nú hava tey fingið ES og ivaleyst mafiu eisini sum hini sokallaðu frælsu londini eystanfyri.

Hoyrdi fyrr um dagin, at tey eru katólsku kirkjuni so takksom, tí hon hjálpi Walesa og hansara fólki við at beina fyri kommunismuni. Soleiðis ber sjálvandi eisini til at skilja støðuna.

Tey eru ivaleyst eisini Gudi takksom fyri, at kommunistarnir gjørdu av við nasistarnar. Og vóna, at hann eisini setur Merkel og hennara túsundárasamveldi til skáks.

Men tey takka so Gudi hvønn dag, fleiri ferðir um dagin, og seta sítt álít á hann.

Longu hálvan tíma, áðrenn messan byrjar, tann fyrra jólaaftan, koma fólk í kirkjuna. Uttan háva, signa seg, áðrenn tey finna sær ein sess og seta seg at biðja líka til autoriseraðu sendimenn Guds hjá katolikkum taka við og framføra ritualið saman við hálvvaksnum dreingjum, sum hava fingið lovað spælipláss í Himmiríki.

Altargongd, vit fáa eitt lítið runt papppetti stungið millum varrarnar, hini millum tvey orð í einari innantanna bøn, men einki vín fáa vit, tíverri. Tað skolar ein av løggildu umboðsmonnunum niður í einum, tá altargongdin er liðug. Kalikurin verður turkaður, sum siður er, og settur aftur í skápið, har hann stendur í ein tíma til næstu jólamessu. Undirtøkan er so góð, at øll sleppa ikki inn í einum, hóast nógv standa.

Eg fór inn í eitt vertshús eftir at hava fingið Guds orð á pólskum. Gud dugur øll mál, eisini føroyskt síðani 1937.

Uppi yvir einari hálvsterkari bjór hugleiddi eg um, hví fólk, sum hava havt so nógvar líðingar, framvegis seta sítt álit á Gud og ikki seg sjálvan og takka honum fyri, ja, alt.

Amerikanska diskogólið á stórskíggjanum og í fløguspælaranum fekk meg at rýma eftir tvær øl. Annars var stuttligt at eygleiða nakrar gullfiskar, slørstertar, í fragdfiskabúrinum í vertshúsinum. Teir larmaðu ikki.

Gekk gjøgnum dapra og myrka miðbýin heim á hotellið. Uttan fyri eitt annað skeinkistað var stórt slagsmál, róp og øði og fullir menn og fullar kvinnur. Klokkan var eitt jólanátt.

Hugsaði, hvar er gleðin, hví eru perurnar í gøtuljósunum ikki sterkari, nú ikki longur ber til at geva kommunismuni skyldina fyri alt ilt?

Ella var kommunisman bara eitt stutt kapittul í einari langari søgu, har sum Gud og Maria eru tey einastu, sum eru við í hvørjum kapitli, høvuðspersónar í søguni um eina tjóðarsál, sum einki megnar at broyta.

Jólaaftansdag vóru vit í einum øðrum býi, Gorzow, á marknaðartorginum har. Tey seldu klæði og skógvar. Men ein búð seldi øl og borð vóru uttanfyri. Eg sá, at inni drukku menn úr smáum gløsum. Fór inn og bað um vodka. Nei, tey høvdu ikki vodka. Á veg útaftur kom róp í, teir bóðu meg koma aftur til diskin. Konan innanfyri fór undir diskin, og eg hoyrdi, at hon stoytti í eitt glas. Hon setti so eitt vatnglas á diskin og segði snaps. Hvussu nógv? Nei, hann kostar einki. Skál, snapsurin smakkaði væl og gagnaðist sera væl. Skilti, at tey høvdu ikki loyvi til at selja sterkt, bara øl.

Eg segði gleðilig jól og fór. Vit skuldu aftur á hotellið við bussinum.