Parkeringsøkið í miðbýnum verður víðkað

Í ovurmorgin fer Tórshavnar kommuna undir at víðka parkeringsøki og harvið eisini parkeringsloyvisøki til íbúgvar í miðbýnum í Havn, sum hava fingið bræv sendandi við kunning um loyvini.

Parkeringsloyvi verða veitt privatpersónum, sum búgva í parkeringsøkinum og ikki hava møguleika at parkera bil sín á egnum bústaði og ikki hava umstøður at gera parkeringspláss. Eitt loyvi verður veitt til hvønn bústað móti gjaldi.

Allir parkeringsbásar í víðkaða parkeringsøkinum verða tíðaravmarkaðir fyrst í mai.

Fyrstu 3 vikurnar eru ein tilvenjingartíð, og tá verða áminningarseðlar um tíðaravmarkingina lagdir undir viskararnar, um parkeringin ikki fer fram sambært ferðslulógini. Eftir hetta verða parkeringsgjøld skrivaði.