Olaf: Tað er bæði lættari og torførari at spæla hjartanemandi kærleikssøguna saman við Maritu. Tí samstundis sum vit ikki skulu trilva so leingi eftir kenslunum hjá hvørjum øðrum, skal eg leggja eina frástøðu til tað, sum eg veit um Maritu frammanundan. Eg kenni í nógvum førum kenslur hennara og hendingar, sum hava verið okkum fyri. Kortini skulu vit ikki gloyma týdningin av, at leikarar hava loynidómar fyri viðleikarunum og fyri áskoðarunum, tí tað er í tí feltinum, at gátuførið og spenningurin verður til. Tá eg og Marita kennast so væl, mugu vit onkursvegna endurskapa hendan spenningin.
Marita: Tá sjónleikarar venja ein nýggjan leik gongur altíð ein tíð við at brýna hvønn annan av, við at flirta og arga og at spæla upp ímóti hvørjum øðrum. Soleiðis læra teir hvønn annan at kenna. Hatta hava vit bæði verið ígjøgnum og tí er tað eisini deiligt at sleppa at endurfinna, og vinna, hvønn annan í hesari kærleikssøguni.
Olaf: Tað at venja ein leik er sum at velta sálina. Tú grópar alla moldina upp, vendur bøkkunum og morlar teir sundur, fyri síðani at slætta aftur og til endans at leggja flag á. Tá er figururin og samanspælið millum leikararnar vónandi komið uppá pláss, og eitt liðugt verk dagar fram. Tá vit kenna hvønn annan so væl, er tað umráðandi, at hin sleppur at leita sær nakrar leiðir, sum tað í roynd og veru ikki er dekningur fyri, tí gátuførið skal sum sagt endurskapast.
Tá tey bæði, Anton Tjekov og Olgu Knipper hittast, eru tey ávikavist 38 og 29 ára gomul. Tey eru bæði úrmælingar og listafólk í mentanarumhvørvinum í Moskva um aldarskiftið 1900, og tey liva undir heilt serligum umstøðum. Hann er ein av heimsins mætastu sjónleikahøvundum, og hon spælir leikirnar.
Um hetta mundið fer ein listarlig kollvelting fram á russiska sjónleikapallinum, har innilig og djúp psykologisk drama um langtan menniskjans verða sett í staðin fyri gomlu hetjudyrkandi stórverkini. Tjekov er høvundi til nógvar av leikunum, sum verða framførdir á nýstovnaða og slóðbrótandi listasjónleikarhúsinum, sum Olga, saman við eitt nú navnframa Stanislavski, setir á stovn.
Olaf: Samstundis sum at tað kennist gott er tað eitt sindur øðrvísi at spæla á føroyskum. Tað er torførari at minnast orðini, tí eg havi búð so leingi í Danmark og bert spælt <I style="mso-bidi-font-style: normal"$?$end$!$ein føroyskan leik áður - Glataðu Spælimenninir, sum var framførdur í Norðurlandahúsinum. Í byrjanini vóru orð, sum eg ikki fekk sagt, tí tey góvu mær ongar myndir. Uttan myndir fært tú ikki sýnt tað, sum tú ætlar. Men nú haldi eg kortini, at eg nú havi fingið tann rætta intensitetin í leikinum.
Marita: Pallmál er ein lærugrein á sjónleikaraskúlanum, og vit hava bæði brúkt fleiri ár til at læra danskt pallmál, so tað er sjálvsagt krevjandi at spæla á føroyskum. Sum Hanus Kamban segði, tá eg vísti honum handritið, sum eg havi týtt, so er tað altíð ein vansi við nýggjum orðum, at tey hava ongan skugga. Hetta hendir eisini, tá vit bera fram á einum øðrum málið, enn vit eru von við: orðini mangla skuggar, ella hjátýdningurin er ikki til staðar, og tá eru ongar kenslur knýtt at teimum. Hetta samstundis sum at eg haldi, at føroyska skriftmálið kennist so stirvið, tá umræður kenslur tí verður alt bara til ótrúligt, øgiligt og ræðuligt. Men vit kýta okkum at geva orðunum skugga, tí tað er uppgávan hjá leiklistini: At fáa livandi talaða málið at grógva.
Leikurin, Eg taki tína hond í mína&, snýr seg um brævaskiftið millum Anton Tjekov og Olgu Knipper, tey seks árini tey eru gift. Tey eru burtur frá hvørjum øðrum meginpartin av tíðini, og náa at skriva 800 brøv sínamillum, til hann doyr bert 44 ára gamal. Anton Tjekov hevur tuberklar, og noyðist at liva í heita umhvørvinum á Krim um veturin, tí kuldin í Moskva er vandamikil fyri viðbreknu heilsu hansara.
Olaf: Tað avbjóðandi við leiklutinum sum Anton Tjekov er at mynda og finna tónan hjá einum so víðagitnum høvundi, sum hevur skrivað so framúrskarandi bókmentir, bæði stuttsøgur og leikrit. Harumframt er tað ein stór avbjóðing at spæla saman við partnaranum, tí søgan er ikki bert er ein kærleikssøga, men eisini ein lívssøga um tvey fólk, sum fylgjast í einum tíðarskeiði í lívinum.
Og Marita og Olaf kenna seg aftur í leikinum, har talan er um tvey listafólk, sum bæði vilja listina og kærleikan. Og tey halda, at tá samanum kemur er tað ein fyrimunur, tí so vita tey, hvat hvør annar vil við lívinum og nýtast ikki at taka pláss frá hvørjum øðrum. Tó mugu tey samstundis viðganga, at tá venjing er í einar tveir mánaðir í senn, kann tað gerast møtimikið, tá partnarin meir ella minni er leikluturin 24 tímar um samdøgri, og ikki mentalt er til staðar hjá familjuni.
Meðan Anton býr á Krim spælir Olga sjónleik í Moskva, og verður listin so at siga prísurin fyri kærleikan teirra millum, tí tey kunnu ikki vera hvørgan fyriuttan: listina ella kærleikan. Um veturin verður hjúnalagið livað gjøgnum brøvini, har teir báðir málsligu ekvilibristarnir, við vøkrum og nemandi orðum, siga søguna um djúpan og dramatiska kærleikan, har kenslurnar sveiggja millum bjartskygni og dapurskygni, meðan langtan og longsul hvørt um annað gevur teimum áræði og køvir.
Marita: Eg havi altíð sagt, at eg skal ongantíð vera saman við einum sjónleikara, tí teir eru tað mest sjálvglaða og paranoida fólkaslagið, sum er til. Men nú eg havi funnið Olaf, haldi eg at tað er einastandandi at vera saman við honum, ikki minst tí at hann veit hvat sjónleikaralívið snýr seg um, so tørvur er ikki á frágreiðingum í tí og ótíð.
Fyri meg er ein av avbjóðingunum í hesum leiklutinum eitt sindur tekniskur, tí eg eri so kropslig í mínum verumáta, so tað er ómetaliga kravmikið at spæla ein so nærlagdan og minimalistiskan leiklut. Olga er so fínkað og er tað stórur munur á hesum figurinum og tí, sum eg havi gjørt seinastu árini, har eg havi verið ávikavist trøll og fru Marie Grubbe.
Olaf: Leikurin fær meg at hugsa um ein listamálara, sum, meðan hann málar ein málning, leggur fyri við tilvildarligum og skitsukendum strokum. Síðani málar hann lag omaná lag og verkið dagar fram, til tað at enda er liðugt, klárt at hanga upp. Málningurin, ella í hesum førinum leikurin, er superrealistiskur, hóast hann í løtum er abstraktur.
Marita: Talan er ikki um ein reinan Beethoven ella ein reinan Bach, men nakað av Bach við einari eksplosión av Beethoven av og á, til tíðir kryddað við einum dismi av jazz.
--
Leikurin Eg taki tína hond í mína& verður frumsýndur leygardagin 24. juni í Meiarínum.