Síðani tær fyrstu sokallaðu "datingsíðurnar" komu fram í 1997, hava fyritøkurnar handan síðurnar havt úr at gera.
Tað ber næstan ikki til at tendra sjónvarpsrásir sum Kanal5 og Tv3, uttan at síggja eina lýsing fyri eina datingsíðu, sum garanterar, at tú finnir júst tann tú leitar eftir, um tú upprættar ein vanga á teirra heimasíðu.
Og tað er nakað sum bendir á, at hesar lýsingar gera mun.
Í øllum førum kann staðfestast, at áhugin fyri datingsíðum er alsamt vaksandi í Danmark. Í januar í 2008 vóru tað áleið 140.000 danir, sum høvdu ein vanga á einari slíkari síðu. Tvey ár seinni var talið av brúkarum yvir 300.000, og í januar í ár vóru yvir 500.000 danir, sum nýttu datingsíður.
Tað veit heimasíðan hjá DR at siga í dag.
Tað eru síður til tey, sum eru vælútbúgving, til tey, sum júst er vorðin støk, til tey, sum elska náttúru, og tey, sum vilja hava ein serstakliga vakran maka.
Datingsíður hava fingið so góða móttøku í Danmark og í hinum Norðanlondunum, at tær hvørt ár gerast fleiri í tali.