Íløgur
Kaupthing hevur áður havt líknandi tilboð til íleggjarar sínar. Men tað ferðina, vóru treytirnar hjá íleggjarunum ikki heilt so góðar, sum tær eru hesaferð.
Í tíðindaskrivi verður sagt, at nýggi uppsparingarmøguleikin í veruleikanum er eitt serligt lánsbræv. Gongdin í serliga lánsbrævinum er tengd at 15 teimum størstu donsku partabrøvum. Talan er millum annað um partabrøv sum A. P. Møller - Mærsk, Novo Nordisk, Danske Bank, Danisco, Nordea og Carlsberg.
Lánsbrævið hevur 5 ára gildistíð og tá lánsbrævið fer úr gildi er tað øll hækkingin í hesum 15 partabrøvunum, ið avger hvat tú fært burturúr. Eftir 5 árum kann uppsparda virðið tó í mesta lagi tvífaldast. Hendir tað hinvegin, at hesi 15 partabrøvini hava minni virði um 5 ár enn við byrjan, eru tey, ið nýta uppsparingarmøguleikan, tryggjaði og fáa alla áljóðandi upphæddina aftur.
Hesin uppsparingarhátturin er sera væl egnaður til teirra sum ynskja eina trygga íløgu og tey, men sum tó ikki vilja hava peningin standandi til vanliga bankarentu.
Øll sum hava áhuga í at spara upp, hava møguleikan at keypa hetta serliga lánsbrævið frá Kaupthing.
Lánsbrævið verður selt í samstarvi við danska Garanti Invest, og Kommune Kredit í Danmark gevur lánsbrævið út. Freistin fyri at tekna seg fyri hesum trygga uppsparingarmøguleikanum er 30. januar 2006.