Johan Nilsson/TT/Ritzau Scanpix

Partabrøv í SAS drønaðu upp eftir danska tilsøgn um hjálp

Kursurin á partabrøvunum í SAS drønaði uppeftir, eftir at danski staturin í morgun boðaði frá, at felagið framvegis er sinnað at eiga í skandinaviska flogfelagnum.

 

Johan Nilsson/TT/Ritzau Scanpix

Kursurin á einum SAS-partabrævi er rokin upp, beint eftir at danski fíggjarmálaráðharrin, Nicolai Wammen, í morgun hevur givið tilsøgn um, at danski staturin vil halda fram sum eigari í SAS.

Trý korter eftir boðini hjá Wammen, vórðu partabrøv í SAS seld fyri 40 prosent meira enn tá partabrævahandilin stongdi í gjár.

Kurshækkingingin minkaði so eitt sindur aftur til yvir 30 prosent samanborið við endakursin í gjár.

SAS roynir at fremja eina bjargingarætlan, sum millum annað merkir kapitalinnskot gjøgnum nýggj partabrøv og býtið av skuld fyri partabrøv.

Í hesum sambandi hevur annar av stóru partaeigarunum í SAS, svenski staturin, sagt, at hann ikki ætlar at seta fleiri pengar í felagið og soleiðis halda fast um sín ognarlut.

Tað vil danski staturin hinvegin, um tað ber til at finna aðrar privatar íleggjarar, sum vilja góðtaka, at donsk áhugamál verða vard.

Nicolaj Wammen segði soleiðis í morgun:

– Tað, sum verður útgangsstøði okkara fyri, júst hvar vit leggja okkara ognarlut, er, at vit fáa ein ognarlut, sum er so mikið tryggur, at vit kunnu gera eina avtalu við ein nýggja stórpartaeigar í SAS, sum vil varða donsk áhugamál.

Tað hevur stjórnin og ein meiriluti í Fólkatinginum avtalað í dag.

Í dag eigur danski staturin 21,8 prosent í SAS. Partarnir handan avtaluna fara eftir einum ognarluti, sum verður millum 22 og 30 prosent, sigur fíggjarmálaráðharrin.

Men vætnaða víðkanin av partabrøvum fer at krevja, at danski staturin setir fleir pengar í SAS fyri at varðveita ella víðka sín ognarlut.

Avtalan sigur eisini, at danski staturin góðtekur at býta eina skuld í SAS upp á 3,5 milliardir krónur um við partabrøv í SAS.

/ritzau/

 

Johan Nilsson/TT/Ritzau Scanpix