Partarnir samráðast nú á Hotel Føroyum

Partarnir sita hvør í sínum lag, og gingið verður ímillum semingsmenn og stríðandi partarnar

 

Samráðingartoymið hjá arbeiðsgevarunum

Í løtuni sita partarnir í hvør sínum hølum á Hotel Føroyum. Arbeiðsgevarar í einum høli, tey fimm arbeiðarafeløgini í einum høli og semingsmenninir í einum høli.

 

Eftir boðum frá semingsmonnum verður so gingið ímillum. Eingin fæst at siga nakað um gongdina, og semingsmaðurin hevur boðað frá, at tað bara er hann, sum skal úttala seg um gongdina í samráðingunum.

 

Talan kann gerast um drúgvar samráðingar. Umframt samráðingarhøli, so hevur semingsstovnurin eisini bílagt øllum fólkunum seingjarpláss á hotellinum, tí tey fara at samráðast út í eitt, til eitt úrslit fyriliggur.

 

Terji Sigurðsson hevur áður sagt við in.fo, at tey samráðast út í eitt, og tá hann heldur tað er tørvur á hvíld, so fara tey til songar, men so verður hildið fram aftur við samráðingunum, sum soleiðis skulu koyra uttan annað slit enn svøvn, til eitt úrslit fyriliggur.

 

Verkfallið gongur nú á triðju viku, og partarnir hava staðið langt frá hvørjum øðrum. Abreiðsgevararnir hava slakað og siga seg nú góðtaka semingsuppskotið, sum báðar partar vrakaðu, og sum var upp á 11 prosent lønarhækking.

 

##med2##

 

Markið hjá arbeiðsgevarunum var 9 prosent, og markið hjá arbeiðarafeløgunum var 15 prosent. Munurin, sum var 6 prosent, er í øllum førum tódnaður niður á 4 prosent. Um arbeiðarafeløgini eisini fara at slaka eitt sindur – kanska eisini 2 prosent, so styttist munurin niður á 2 prosent. Fyri hvørt prosentið í lønarhækking snýr tað seg um 1 krónu og 45 oyru oman á tímalønina.

 

##med3##

 

Tað er hesin knútur, sum nú skal greiðast. Tey byrja um eina løtu og sita til tað røkkur ella støkkur – og tað kann taka nakrar dagar, um ikki semingsmenninir hava eitt uppskot, sum loysir tann gordiska knútin, sum báðir partar kunnu góðtaka.

 

Samráðingartoymið hjá arbeiðsgevarunum

Semingsmenninir Símun Absalonsen og Terji Sigurðsson

Terji Sigurðsson, semingsmaður