Partrolararnir framvegis smáligan fiskiskap

- Tað er bara ein trolbátur til fiskiskap í løtuni, og ivasamt er, um aðrir fara út aftur fyri ólavsøku.

Trý partrolarapør eru til fiskiskap í løtuni, og skipini koma inn at landa, sum næsta vika gongur.

 

- Skipini, sum fiska upsa, hava smáligan fiskiskap, men skipini fáa eisini nakað av hvítum fiski.

 

Tað vita tey á Fiskamarknaði Føroya at siga í dag.

 

Tvey partrolarapør eru framvegis á gulllaksaveiði.

 

Ein djúpvatnstrolari er á svartkalvaveiði í bretskum sjógvi og kemur væntandi inn at landa í næstu viku. 

 

- Ein frystitrolari er eisini í bretskum sjógvi og fiskar svartkalva.

 

Í løtuni er bara ein av teimum smáu trolbátunum til fiskiskap. Hann er á landleiðini og fær mest av flatfiski og toski.

 

- Trolbáturin kemur væntandi inn at landa fyrst í næstu viku, og ivasamt er, um aðrir fara út aftur fyri ólavsøku, verður lagt aftrat.