Partvís klárt á Sandi

Fyri løtu síðan sá tað soleiðis út á Sandi, og útlit eru til, at tað kanska fer at verða klárt undir sólarmyrkingini.

Fyri løtu síðan sá tað soleiðis út á Sandi, og útlit eru til, at tað kanska fer at verða klárt undir sólarmyrkingini í morgun.

 

Í Sandoynni verður væl gjørt burtur úr. Í Skopun bjóðar kommunan morgunmat, og í Skálavík er nógv ymiskt á skránni í allan dag.

 

100 fólk eru í morgun farin til gongu á Skálhøvda at hyggja eftir sólarmyrkingini, og ferðaleiðari er Laura Joensen.

 

Í Skálavík verður eisini morgunmatur, føroyskur dansur, framløga, gudstænasta, og í kvøld verður aftur dansur.

 

Veðurmenninir siga í morgun, at hann verður útnyrðingur í ættini teir fyrstu tímarnar í morgun.