Passión, visión, Fullveldisglæman

Einaferð spurdi eg pápa mín hvussu hann atkvøddi 14 September i 1946. Hann brosaði og segði, “sjálvandi valdi eg loysing”.

Einaferð fara míni 4 abbabørn at spyrja meg hvi eg eri Tjóðveldismaður. Eg fari at siga teimum, at eg vil at tey skulu vaksa upp sum frælsir borgarar í einum frælsum landi. Eg fari eisini at siga teimum at tey hava ábyrgd og skyldir sum Føroyingar. Men at tey eru eisini heimsborgarar og eg fari at biða tey um at fara út í heimin, gera sínar royndir og so koma aftur til Fólkaheimið Føroyar og byggja land, eitt land i samvinnu við umheimin og ein errin Tjóð, okkara alra Føroyar, har samhaldsfesti og virðing fyri fólki og umhvørvi ræður.